Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur eina grein um føroysku koronastýringina í enska blaðnum The Guardian í dag. Í greinini skrivar hann millum annað um, hvussu føroyska mannagongdin við tilmælum hevur verið øðrvísi enn nógva aðrastaðni.
“Álit elvir til meira álit. Hetta hevur víst seg í okkara føri,” skrivar løgmaður.
Føroyski leisturin við koronakanningum, smittusporing og sóttarhaldi fær eisini pláss í greinini. At tað hevur gingið frægari í Føroyum enn í grannalondunum er millum annað orsaka av dugnasemi hjá einstaklingum og av samstarvi millum privatar fyritøkur og almennar stovnar. Hetta gjørdi, at vit í 2020 kundu kanna fleiri íbúgvar fyri korona enn nakað annað land í heiminum, skrivar løgmaður eisini í greinini.
Les alla greinina her.