25.03.2009 · Løgmansskrivstovan

Løgmaður kunnaður um partabrøv hjá Jørgeni Niclasen

Løgmaður kunnaður um partabrøv hjá Jørgeni Niclasen

Nú tað er komið fram, at handilsvirkið, sum Jørgen Niclasen eigur saman við brøðrum sínum, eigur partabrøv í Atlantsflogi, vil eg gera greitt, at eg varð vitandi um, at Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í uttanríkismálum eigur nøkur partabrøv í Atlantsflogi, og eg dugi ikki at síggja nakran trupulleika í hesum.

 

Stutt eftir samgongan varð skipað, heitti eg á landsstýrisfólkini, um at upplýsa um teirra persónligu fíggjarligu áhugamál, eitt nú hvørjum feløgum tey eiga lut í, og hvørjum nevndum tey sita í.

 

Eg varð kunnaður um, at landsstýrismaðurin eigur nøkur partabrøv í Atlantsflogi, men ikki ítøkiliga, hvussu hesi ognarviðurskifti eru skipað.

 

Í upplýsingunum frá Jørgeni Niclasen sæst, at einasta felag, sum hann eigur í, er Handilsvirkið Niclasen, sum hann eigur saman við brøðrum sínum.

Eins og mong onnur føroysk feløg keypti Handilsfelagið Niclasen nøkur partabrøv í Atlantsflogi, tá ið flogfelagið varð skrásett á virðisbrævamarknaðinum. Hesi partabrøv eigur felagið framvegis, og í dag hava tey eitt virði áljóðandi 130.000 kr.

 

Eg dugi ikki at síggja nakað skeivt í, at landsstýrisfólk beinleiðis ella óbeinleiðis eigur partabrøv tí landsstýrisfólk hava sama rætt sum aðrir borgarar at gera íløgur.

 

Kaj Leo Johannesen

løgmaður