Løgmaður hevur í dag gjørt av at loysa Kára P. Højgaard úr embætinum sum landsstýrismaður í innlendismálum. Fyribils fyrisitur løgmaður innlendismál.
Løgmaður sigur í hesum sambandi: “Eg virði tað stóra arbeiðið, landsstýrismaðurin hevur gjørt til tess at útbyggja undirstøðukervið, soleiðis at okkara samfelag støðugt kann betrast og mennast. Eg má tó ásanna, at málið hevur skapt so mikið nógv órógv, at eg nú meti, at tað kann ávirka virkisføri hjá landsstýrinum. Tí havi eg tikið hesa avgerð.”