Tíðin er búgvin til at endurskoða fleiri tættir í stýrisskipanarlógini. Tað gjørdi løgmaður greitt í Løgtinginum í dag undir orðaskiftinum um at broyta almennu heitini í stýrisskipanarlógini. Løgmaður heldur, at stig eiga at verða tikin til at hyggja nærri at stýrisskipanarlógini í einari heild heldur enn at gera einstakar broytingar.
Stýrisskipanarlógin varð samtykt á Føroya løgtingi í 1994. Hon er at kalla ikki broytt síðani. Verða stig tikin at broyta stýrisskipanarlógina, so krevst, at tvey Løgting samtykkja broytingarnar.
“Stýrisskipanarlógin er omanfyri aðra lóggávu, og tí eiga allar broytingar í lógini at hava breiða politiska undirtøku. Eg fari tí at heita á umboð fyri allar politiskar flokkar um at seta seg saman fyri at stinga út í korti, hvussu vit kunnu skipa arbeiðið við at endurskoða stýrisskipanarlógina,” heldur løgmaður.