Løgmaður og danski forsætisráðharrin eru samdir um stóra týdningin av, at eisini Føroyar eru fevndar av loysnini at tryggja bankavinnuna.
Eftir setanina av Fólkatinginum var løgmaður inni á gólvinum hjá danska starvsbróðuri sínum, Anders Fogh Rasmussen, har teir prátaðu um ymisk viðurskifti av felags áhuga.
Eitt av høvuðsevnunum á óformliga fundinum var støðan í fíggjarheimunum og tann loysnin, ið danska stjórnin ætlar at fremja, umframt Evropa politikk Føroya í framtíðini.
Løgmaður segði eftir fundin: “Landsstýrið ætlar at gerast partur í donsku loysnini frá byrjan, so at støðan hjá føroyska borgaranum og vinnuni verður so trygg sum gjørligt”.
Løgmaður verður aftur í Føroyum í kvøld.
Mynd: Ólavur J. Hansen