17.03.2011 · Løgmansskrivstovan

Løgmaður og danski forsætismálaráðharrin samdir um avtalu um vinnuframaskipanir

Løgmaður og danski forsætismálaráðharrin samdir um avtalu um vinnuframaskipanir

Danska stjórnin ætlar nú at arbeiða fyri at geva føroyskum fyritøkum atgongd at nýta vinnuframaskipanir hjá Vækstfonden, Fornyelsesfonden og Rådet for Teknologi og Innovation. Hesum hevur forsætismálaráðharrin, Lars Løkke Rasmussen í vikuni boðað løgmanni, Kaj Leo Holm Johannesen frá.

 

Vækstfonden ger íløgur í nýskapandi fyritøkur, og grunnurin hevur gjørt íløgur fyri upp móti 10. mia. kr. síðani 1992. Fornyelsesfonden hevur til endamáls at stuðla nýskapan og endurnýggjan í vinnulívi og veitir fíggjarligan stuðul til nýskapan og menning innan eitt nú umhvørvisvinarliga tøkni, skipanir og átøk, serstakliga til smáar og miðalstórar fyritøkur. Rådet for Teknologi og Innovation hevur ymsar stuðulsskipanir og letur eitt nú stuðul til vinnu-phd. verkætlanir og lønarískoyti til smærri fyritøkur, ið seta akademikarar í starv. Ráðið kann somuleiðis veita stuðul til fyritøkur, tá ið tær keypa tænastur og ráðgeving frá granskingarstovnum í samband við menningarverkætlanir.
 

Løgmaður tók málið upp við forsætismálaráðharran, tá ið hann var á almennari vitjan í Føroyum í august. Búskapar- og vinnumálaráðharrin og vísindamálaráðharrin fara nú at kanna, hvussu nevndu skipanir eisini kunnu koma at fevna um føroyskar fyritøkur.
 

Atgongd til vinnuframaskipanir hjá Vækstfonden og øðrum grunnum var eitt av átøkunum í vakstrarætlanini “Vøkstur og Virksemi”, ið Vinnumálaráðið gjørdi í fjør. (Sí:Vøkstur og Virksemi.)


Í hesum sambandi sigur løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen: “Gransking og nýskapan er ein fyritreyt fyri vøkstri í okkara samfelagi. Skal vinnulívið fáa ágóðar av gransking, og skal nýskapan bera ávøkstur, er neyðugt við fígging, men vit mugu ásanna, at møguleikarnir fyri fígging eru avmarkaðir í Føroyum, og føroyskir vinnuframagrunnar eru smáir í altjóða høpi. Tí er alneyðugt, at vit leggja okkum eftir at koma uppí og gagnnýta altjóða samstarv.

Atgongdin til Vækstfonden og aðrar vinnuframaskipanir ber boð um mongu fyrimunirnar, sum ríkisfelagskapurin gevur. Um vit skulu skapa vøkstur og menna okkara samfelag, er neyðugt at vit velja samstarv, heldur enn at kuta sambond og siga frá okkum møguleikar, sum vit hava.

 

 

Meir fæst at vita við at venda sær til Páll Nolsøe, kunningarráðgeva á tlf. 306028 ella palln@tinganes.fo