15.01.2015 · Løgmansskrivstovan

Løgmaður og danski forsætisráðharrin vilja styrkja ríkisfelagsskapin

Løgmaður og danski forsætisráðharrin vilja styrkja ríkisfelagsskapin

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, og Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharri, eru á einum máli um at styrkja ríkisfelagsskapin. Tað gjørdu stjórnarleiðararnir greitt á árliga fundinum í Keypmannahavn í dag.

Á fundinum varð spurningurin um at yvirtaka útlendingaøkið og marknaeftirlit umrøddur. Løgmaður gjørdi greitt, at landsstýrið fremur onga yvirtøku, áðrenn avbjóðingarnar um Schengen - samstarvið eru avgreiddar.

-Eg vísti á, at tað er neyðugt at varðveita Føroyar innanfyri Schengen-samstarvið - eisini eftir, at vit møguliga yvirtaka útlendingaøkið. Hetta er snøgt sagt ein fortreyt. Forsætisráðharrin tók undir við mínum sjónarmiðum og segði seg vilja stuðla føroyska ynskinum um at fáa greiðu á avbjóðingunum í sambandi við Schengen samstarvið, sigur løgmaður.

Eftir ætlan verður ein frágreiðing frá danska løgmálaráðnum um Schengen-samstarvið liðug um mánaðarskiftið februar/mars.

Løgmaður og danski forsætisráðharrin umrøddu eisini málið um ónøktandi viðurskiftini hjá fangum í Mjørkadali, og at tørvur er á at seta donsku lógina um revsifulnað í gildi í Føroyum. Við at dagføra lóggávuna verða rættindi og skyldur hjá fangum betri tryggjaði. Danska løgmálaráðið fer í vár at senda landsstýrinum uppskotið.

ES-mál vórðu eisini umrødd. Løgmaður reisti spurningin, um ætlaða fólkaatkvøðan um rættarfyrivarni Danmarkar mótvegis ES  kann hava ávirkan á viðurskifti í Føroyum. Hann heitti á forsætisráðharran at bera so í bandi, at danska løgmálaráðið ger eina frágreiðing um hesi viðurskifti viðvíkjandi Føroyum. Eisini verður málið um bankasamveldið viðgjørt í arbeiðsbólki, mannaður av embætisfólkum úr Føroyum, Danmark og Grønlandi. Arbeiðsbólkurin kemur í næstum við einari støðulýsing.

Partarnir staðfestu, at arbeiðið at veita heimild til danska vakstrargrunnin at fíggja føroyskar verkætlanir gongur væl, og fegnaðust um, at hetta verður veruleiki frá juni í ár.

Løgmaður og forsætisráðharrin tosaðu eisini um komandi løgtings- og fólkatingsval, sum bæði verða í ár. Tey vóru samd um, at arbeiðast skal meira miðvíst fyri at styrkja ríkisfelagsskapin. Fyrimunirnir við ríkisfelagsskapinum skulu gerast meira sjónligir.