Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur sent løgmanni skriv um teirra fatan av, hvussu landsfyrisitingin skal skipast á vinnuøkinum. Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, hevur hesa viðmerking:
Landsfyristingin skal umskipast og betrast. Talið av stjórnarráðum skal skerjast, og tí verða stjórnarráð løgd saman og málsøki flutt. Hesum havi eg fyrr boðað frá, og hetta er eisini partur av uppskoti um játtanarkarm fyri fíggjarárið 2012.
Tað hevur stóran týdning, at umskipan av landsfyristingini verður so skynsom og væl grundað sum møguligt. Ein landsfyrisiting við seks stjórnarráðum er eftir mínum tykki hóskandi. Breið politisk undirtøka er fyri at lækka talið av ráðum.
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur í skrivi til mín víst á, at øll vinnumál eiga at verða savnað undir sama stjórnarráð. Hetta er eitt skilagott sjónarmið, sum eg taki undir við. Tað skynsamasta er at skipa vinnumál undir sama stjórnarráð.