16.04.2020 · Løgmansskrivstovan
Løgmaður sent hennara hátign Margrethu drotning eina føðingardagskvøðu
Løgmaður hevur í morgun sent hennara hátign Margrethu drotning eina føðingardagskvøðu, nú hon í dag fyllir 80 ár.
Í føðingardagskvøðuni stendur millum annað:
"Tað vildi verið ynskiligt, at umstøðurnar vóru øðrvísi, soleiðis at til bar at hátíðarhalda tygum á rættan hátt. Nú liva vit tó í eini tíð við koronafarsóttini og mugu tillaga okkum hareftir. Í hesi heilt óvanligu tíð, hava tygum tignarliga megnað at sameint kongsríkið um at standa saman um at basa smittuni"
Føðingardagsheilsan løgmans kann lesast her