Arbeiðið við at endurskoða og dagføra fleiri tættir í Stýrisskipan Føroya er nú byrjað.
Fyrrapartin hava løgmaður og formenninir í flokkunum umrøtt fleiri viðurskifti í stýrisskipanarlógini. Løgmaður hevur gjørt greitt, at hann heldur, at tíðin er búgvin at endurskoða lógina í einari heild. Á fundinum fyrrapartin vórðu hesi viðurskifti millum annað umrødd:
Almennu heitini á løgtingsformanni, løgtingsmonnum, løgmanni og landsstýrismonnum
55 í stýrisskipanarlógini um, at millumtjóða sáttmálar eru yvir føroyskari lóggávu
Fíggjarparturin
Um tey undir verjumáli eisini eiga at fáa valrætt til Løgtingið
Stýriskipan Føroya varð samtykt á Føroya løgtingi í 1994. Hon er at kalla ikki broytt síðani. Verða stig tikin at broyta stýrisskipanarlógina, so krevst, at tvey Løgting samtykkja broytingarnar.