07.03.2016 · Løgmansskrivstovan

Løgmaður svaraði ikki nóg fullfíggjað

Løgmaður svaraði ikki nóg fullfíggjað

Løgmaður svaraði ikki nóg fullfíggjað, tá ið hann, undir ófráboðaðu fyrispurningunum í Løgtinginum seinasta mikudag, varð spurdur um eina starvssetan á Løgmansskrivstovuni. Løgmaður tók tí stig til at senda Løgtinginum eina rættleiðing.

-Tá ið eg varð varugur við, at svarið hjá mær ikki var nøktandi, tók eg av mínum eintingum stig til at senda Løgtinginum eina rættleiðing. Tað er eitt krav, at vit í landsstýrinum geva Løgtinginum fullfíggjað svar, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Undir orðaskiftinum mikudagin nevndi løgmaður, at eingin búskaparfrøðingur søkti starvið sum deildarstjóri á Løgmansskrivstovuni. Hetta var ikki rætt. Eftir orðaskiftið fekk hann upplýst, at búskaparfrøðingar søktu starvið sum deildarstjóri á Løgmansskrivstovuni.

-Eg havi hvørki sæð ella viðgjørt nakra umsókn. Svarið hjá mær mikudagin var grundað á eina skjóta fatan av nevnda setanarmáli, tí tað ber ikki til at fyrireika seg til ófráboðaðar fyrispurningar, sigur løgmaður.

Løgmaður hevur ikki verið partur av sjálvari metingartilgongdini, tá ið búskaparfrøðingurin varð settur í starv á Løgmansskrivstovuni. Tað er fyrisitingin á Løgmansskrivstovuni, sum setur slík størv.

Lesið bræv løgmans til Løgtingið her