13.07.2011 · Løgmansskrivstovan

Løgmaður tekur niðurstøðuna hjá Løgtingsins Umboðsmanni til eftirtektar

Løgmaður tekur niðurstøðuna hjá Løgtingsins Umboðsmanni til eftirtektar

Løgtingsins Umboðsmaður hevur 11. juli 2011 gjørt niðurstøðu í málinum um setan av aðalstjóra í Uttanríkisráðnum.

 

Løgtingsumboðsmaðurin vísir m.a. á, at ein av limunum í setanarnevndini var ógegnigur at viðgera umsóknirnar, og at viðgerðin hevur verið alt annað enn nøktandi. Løgtingsumboðsmaðurin heitir á løgmann um at umhugsa at taka málið uppaftur til nýggja viðgerð.

 

Løgmaður hevur tikið niðurstøðuna til eftirtektar. Løgmaður fer nú at umhugsa, hvussu farast skal víðari fram í hesum máli og fer samstundis at gera sítt til at tryggja, at slík mistøk ikki henda aftur.

 

Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen sigur: “Løgmaður setir aðalstjórar í samráði við avvarðandi landsstýrismann. Tað er eisini gjørt í hesum málinum, men sum setanarmyndugleiki taki eg fulla ábyrgd av møguligum mistøkum, ið gjørd eru.