Løgmaður hevur gjørt av at seta í verk tænastumannakanning av aðalstjórunum í Vinnumálaráðnum og Innlendismálaráðnum. Avgerðin er grundað á løgfrøðiliga meting um, at rímiligur varhugi er um, at aðalstjórarnir hava borið seg óregluliga at í útinningini av starvi sínum í grannskoðaramálinum.
Tað er ikki vist, at tænastumannakanning kemur til, at aðalstjórarnir hava borið seg óregluliga at, men løgmaður metir, at besti hátturin at fáa fulla greiðu á málinum er við eini kanning, har viðkomandi partar fáa møguleika fyri at leggja síni sjónarmið fyri rannsóknarleiðara.
Løgtingsins Umboðsmaður hevði í heyst álvarsamar atfinningar at handfaringini hjá Innlendismálaráðnum og Vinnumálaráðnum í sambandi við løggilding av grannskoðarum. Tað er sera umráðandi, at vit taka hesi mál í størsta álvara, so at viðurskiftini fáast í rættlag, og at møguligar avleiðingar verða framdar, samstundis sum allir partar í málinum fáa rættvísa viðferð.
Løgmaður fer eisini at seta Jákup Eyðfinn Kjærbo, løgfrøðing, sum bráðfeingisstjóra á Skrásetting Føroya einans við tí endamáli at kanna, hvørt tað ber til løgfrøðiliga at taka aftur løggildingina av teimum grannskoðarum, ið eru løggildir óheimilað sambært frágreiðingini hjá Løgtingsins Umboðsmanni. Eisini skal hann lýsa, hvør formliga mannagongdin eigur at vera í hesum sambandi og taka samsvarandi stig.
Við hesum metir løgmaður, at atlit verða tikin til rættartrygdina hjá øllum pørtum í málinum, samstundis sum tryggjað verður, at borgarin kann hava álit á landsins fyrisiting.
Tænastumannakanning og setan av bráðfeingisstjóra verða sett í verk, tá ið fíggjarligt grundarlag er fingið til vega í eini eykajáttan. Landsstýrið fer at lata tinginum uppskot um eykajáttan í hesi vikuni.
Løgmansskrivstovan 1. mars 2011
Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður