Í kvøld skifta vit aftur til summartíð. Men er tíðin ikki farin frá hesi siðvenjuni? Eg haldi at Føroyar eiga at fara til eina varandi summartíð. Gera vit tað, sleppa vit undan at skifta tíðina tvær ferðir um árið, vit fáa ein eyka tíma av dagsljósi seinnapart um veturin, og vit fáa somu klokkutíð sum alt Evropa helvtina av árinum.
Tá ið eg skuldi lýsa kunngerðina um summartíð í januar í ár, fór eg at hugsa, um tíðin ikki er búgvin til at vit í Føroyum avtaka siðvenjuna at skifta millum vetrartíð og summartíð.
Flestu av okkara grannalondum hava eisini skift millum vetrar- og summartíð í nógv ár, men nú verður umrøtt millum annað í ES, um henda skipanin tænir nøkrum endamáli, og um tað ikki er rættari at halda seg til eina og somu tíð alt árið.
Kjakið í ES og Danmark um hetta málið tykist at vera fastlæst í løtuni, men eg haldi kortini, at vit eiga at taka kjakið í Føroyum, bæði alment og í politisku skipanini.
Hví kom siðvenjan til Føroya?
Lógin um summartíð kom á várið 1980. Trupulleikin var tá, at Føroyar vóru tveir tímar aftanfyri evropeiska meginlandið, og at skrivstovutíðirnar í Føroyum og hjá grannalondunum bara fullu saman í tríggjar til hálvan fjórða tíma. Við at seta í verk summartíð í Føroyum varð sostatt ein heilur tími lagdur afturat, har vit kundu hava telefonsamband við útheimin.
Fyri okkum var orsøkin ikki orkusparing, men fyrst og fremst tíðarmunurin millum Føroyar og grannalondini, sum gjørdist ein avbjóðing, tí tað ávirkaði fjarsambandið. Fyri Føroyar, sum liggja nógv nærri Norðurpólinum enn ekvator, hevur skiftið millum vetrar- og summartíð í sær sjálvum minni ágóða enn fyri lond, sum liggja miðskeiðis millum pólin og ekvator. Munurin á nátt og degi í Føroyum er so stórur á hávetri og hásumri, at ein tími henda og handa vegin ger lítlan mun.
Heimurin í dag er ikki hin sami sum í 1980. Samskiftishættirnir eru nógv broyttir, og tí eiga vit at spyrja, um vit ikki skulu avtaka skipanina. Hetta er ikki eitt orkusparandi tiltak, og tí er spurningurin, um vit fáa nakað burtur úr, at alt samfelagið flytir klokku tvær ferðir um árið.
Vetrartíð ELLA summartíð?
Skulu vit gevast við at skifta millum summar- og vetrartíð, mugu vit velja, um vit skulu aftur til gomlu normaltíðina (vetrartíðina), ella um vit skulu gera summartíðina til eina nýggja og varandi normaltíð. Eg skjóti upp, at vit velja tað seinna, og grundgevi fyri hesum niðanfyri.
Tá ið vit skifta frá vetrartíð til summartíð, taka vit fyrsta tíman av dagsljósi um morgunin, og leggja hann afturat kvøldinum í staðin. Gjørdu vit ikki hetta, hevði sólin komið upp longu klokkan hálvgum trý. Av tí at vit flyta klokkuna, kemur hon upp klokkan hálvgum fýra. Vit missa sostatt ein tíma av dagsljósi tíðliga á morgni, men fáa hetta ljósið aftur um kvøldið.
Tá ið vit hinvegin skifta frá summartíð til vetrartíð, taka vit tíman aftur frá kvøldinum (ella seinnapartinum), og leggja hann afturat morgninum. Føroysku vetrardagarnir eru so stuttir, at tað fyri nógv kann gera tað sama, nær dagsljósið liggur. Fyri onnur er tað uttan iva ein fyrimunur, at tímin við dagsljósi liggur seinnapart á hávetri heldur enn um morgunin. Hetta verður sostatt ein spurningur um, nær vit halda dagsljósið hevur størst virði: um morgunin ella um kvøldið.
Mítt uppskot verður, at vit fara til eina varandi summartíð, sum er GMT +1, sum eisini verður galdandi um veturin. Hetta hevur við sær, at tað, sum vit í dag kenna sum vetrartíð, fer í søguna. Vit fara sostatt at hava somu tíð sum evropeiska meginlandið um veturin, men vera ein tíma aftanfyri tey um summarið. Í hvussu er til tey eisini gera broytingar í summar- og vetrartíð.
Avgerðin skal ikki takast alt fyri eitt, men eg haldi at vit í Føroyum eiga at taka eitt kjak um hetta. Hetta er mítt upplegg. Tá eg lýsti kunngerðina um summartíð í januar, tá lýsti eg hana hesa ferð bara fyri tvey ár. So kanska verur 26. mars 2023 síðsta ferðin vit skifta til summartíð?
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður
- Lond byrjaðu at skifta millum vetrar- og summartíð fyri at fáa sum mest burtur úr dagsljósinum. Javnvágin millum dagsljós og arbeiðstíðirnar hjá fólki høvdu ein stóran orkusparandi týdning.
- Amerikanski uppfinnarin og politikarin Benjamin Franklin skjeyt upp longu í 1784 at seta í verk ”daylight saving” fyri at spara uppá kertuljósini.
- Fyrstu londini at seta hetta í verk fyri góðum 100 árum síðan vóru millum annað Nýsæland, Týskland, Eysturríki-Ungarn og Bretland.
- Fleiri lond gjørdu tað sama upp gjøgnum 20. øld, og serliga eftir orkukreppurnar í 1973 og 1979.
- Føroyar løgdust afturat í 1980.