Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen fer á tænastuferð til Brússel, London og Keypmannahavnar í døgunum 22. til 26. apríl.
Mánadagin 23. apríl skal løgmaður á fund við aðalskrivaran í NATO, Anders Fogh Rasmussen. Á skránni verður kunning um áleikandi mál í NATO og samrøða um trygdarpolitisk viðurskifti um okkara leiðir. Seinni mánadagin er løgmaður vertur fyri móttøku á føroysku sendistovuni í Brússel.
Týsdagin 24. apríl hevur løgmaður fund við danska ES kommisserin, Connie Hedegaard. Tey bæði fara serliga at skifta orð um ætlanirnar hjá ES at seta í verk tiltøk ímóti londum, ið eftir ES tykki ikki umsita felags fiskastovnar á burðardyggan hátt. Eisini vitjar løgmaður fiskivinnumessuna European Seafood Exposition, har føroyskar fyritøkur, ið útflyta fisk, taka lut. Tað er Uttanríkistænastan, ið skipar fyri føroysku luttøkuni á European Seafood Exposition í samstarvi við Vinnuhúsið.
Mikudagin 25. apríl er løgmaður í London, har hann m.a. skal undirrita eitt ískoyti til marknaavtaluna, ið varð gjørd millum Føroyar og Bretland í 1999. Marknaavtalan ásetir eitt sonevnt serøki – ella felags øki – har bæði bretsk og føroysk skip kunnu fiska. Ískoytisavtalan ásetir neyvari, hvussu partarnir skulu fara fram viðvíkjandi umhvørviseftirliti á hesi felags leiðini og hon ger tað lættari hjá londunum báðum, um tey seinni vilja áseta sær eitt búskaparøki ella Exclusive Economic Zone (EEZ). Ískoytisavtalan er einmælt samtykt í løgtinginum í fjør vár, sí løgtingsmál nr. 129/2010.
Løgmaður vitjar eisini altjóða sjóvinnufelagssskapin IMO, (International Maritime Organisation), har Føroyar eru atlimur. Somuleiðis fer Statoil at hava framløgu fyri løgmanni um boringina á landgrunninum í summar. Tað er Statoil skrivstovan í London, ið leggur hesa verkætlanina til rættis.
Mikukvøldið flytur løgmaður fram røðu á árliga flaggdagshaldinum, ið verður í bygninginum, har føroyska sendistovan heldur til.
Hósdagin 26. apríl er løgmaður vertur fyri árligu móttøkuni, ið sendistovan í Keypmannahavn skipar fyri. Løgmaður fer at røða fyri gestunum, ið koma frá sendistovum, donskum stjórnarskrivstovum og stovnum, sum føroyskir myndugleikar samstarva við.
Meir fæst at vita við at venda sær til Páll Nolsøe, kunningarráðgeva á tlf. 30 60 28