16.11.2012 · Løgmansskrivstovan

Løgmaður til Danmarkar

Løgmaður til Danmarkar

Í morgun er løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, farin til Danmarkar, har hann sum formaður í Sambandsflokkinum skal luttaka á landsfundinum hjá danska systirflokkinum Vinstra, ið verður í vikuskiftinum
Løgmaður hittir eisini Helle Thorning-Smith, forsætisráðharra. Tey bæði fara at taka afturíaftur nøkur mál av felags áhuga, ið vóru fyri á ríkisfundinum í september, eitt nú viðurskifti viðvíkjandi arktisk, og hvussu vit styrkja samstarvið í ríkisfelagsskapinum.