13.04.2010 · Løgmansskrivstovan

Løgmaður til føðingardagshald hjá Margrethu drotning

Løgmaður til føðingardagshald hjá Margrethu drotning

Hennara hátign Margretha drotning hevur boðið løgmanni, Kaj Leo Holm Johannesen at luttaka í hátíðarhaldinum í samband við 70 ára føðingardagin 16. apríl.

 
Týskvøldið 13. apríl verður løgmaður við til veitsluborðhald á Christiansborg Slotti. Hósmorgunin 15. apríl fara løgmaður og Hergeir Nielsen, løgtingsformaður á Fredensborg Slott at handa Margrethu drotning føðingargávuna frá landsstýrinum og løgtinginum. Gávan er ein møttul við møttlaspenni úr silvuri, ið er gjørt til høvi. Hóskvøldið er løgmaður boðin til gallaframførslu og kvøldveitslu í Kongaliga Teatrinum.    
 
Løgmaður er í morgun farin niður til Danmarkar og verður aftur í Føroyum fríggjadagin 16. apríl.
 
 
 
 
 
 
(Mynd: Malan Helgadóttir hevur gjørt møttulin og Herfinn Seloy hjá N. L. Arge hevur gjørt møttlaspenni.)