31.08.2014 · Løgmansskrivstovan

Løgmaður til Íslands

Mánadagin hin 1. september fer løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen til Íslands á arbeiðsferð. Á skránni er árligi Hoyvíksráðsfundurin. Harumframt skal løgmaður mánadagin luttaka á ársfundi hjá Útnorðurráðnum, har Bill Justinussen tekur við sum formaður í ráðnum. Á ársfundinum luttaka eisini Aleqa Hammond, landsstýrisforkvinna og íslendski uttanríkisráðharrin Gunnar Bragi Sveinsson. Í hesum sambandið verður fundur, har tey trý fara at umrøða ætlanirnar at styrkja um útnorðursamstarvið soleiðis, at tað eisini fer at fevna um samstarv á ráðharrastigi. 

Týsdagin verður árligi Hoyvíksráðsfundurin millum løgmann og íslendska uttanríkisráðharran. Møguleikin at Grønland verður partur av Hoyvíkssáttmálanum, hevur áður verið frammi, og Aleqa Hammond luttekur tí á fundinum sum eygleiðari.

Á skránni fyri Hoyvíksráðsfundin er m.a. útflutningur av heilivági og Nærabergmálið.

Hóast Nærabergmálið er loyst, og skipið farið til fiskiskap aftur, er ætlan løgmans at taka málið upp fyri at tryggja, at slík støða ikki endurtekur seg í framtíðini.

Meir fæst at vita við at venda sær til Áka Johansen, ráðgeva, á tlf. +298 556116.