Sunnudagin 10. mai verður løgmaður við til minningarhald í Newcastle, nú 70 ár eru liðin, síðan seinni heimsbardagi endaði.
Minningarhaldið verður í Donsku Kirkjuni St Nicholas Cathedral. Byrjað verður við gudstænastu, og síðani verða kransar lagdir á minnisvarða til heiðurs fyri donsku og føroysku sjómonnunum, ið lótu lív undir krígnum.
- Nógvir føroyingar sjólótust undir seinna heimsbardaga. Teirra dirvi og áræði mugu vit ongantíð gloyma. Sum siglandi tjóð hevur tað týdning, at vit hava minnisvarðar, sum varpa ljós á vandarnar og tungu byrðarnar, sum okkara sjófólk livdu undir, og tíverri eisini lótu lív av, sigur Kaj Leo Holm Johannsen, løgmaður.
Mynd: Løgmaður legði í fjør ein krans við minnislundina í Lichfield í Bretlandi, har umboð fyri bretska kongshúsið hvørt ár vísa sína samkenslu og minnast tey, sum lótu lív á sjónum.