Týsdagin fer Bárður á Steig Nielsen løgmaður til Oslo, har hann skal á fund við norska forsætisráðharran Jonas Gahr Støre.
Á fundinum fara løgmaður og norski forsætisráðharrin m.a. viðgera, hvussu Føroyar og Norra kunnu styrkja um samstarvið, eitt nú á fiskivinnuøkinum. Somuleiðis fara teir at umrøða fiskiveiðusamstarvið, ið bæði Føroyar og Norra hava við Russland.
Fundurin verur mikudagin fyrrapart í Statsministerboligen, sum er almenni bústaðurin hjá norska forsætisráðharranum.
Jonas Gahr Støre tók við sum forsætisráðharri í oktober 2021, og er formaður í norska arbeiðaraflokkinum.