Leygardagin 25. juni fer løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen til Oyggjaleikir 2011, sum verða hildnir á Isle of Wight. Løgmaður er verji hjá ÍSF. Í hesum sambandi er løgmaður og frú boðin við til leikirnar.
Undir Oyggjaleikunum skal løgmaður m.a. á fund við Altjóða Oyggjaleikanevndina, IIGA saman við landsstýriskvinnuni í mentamálum og umboðum fyri Tórshavnar Kommunu, at umrøða møguleikarnar fyri at fáa Oyggjaleikirnar til Føroyar.
Løgmaður verður aftur í Føroyum 2. juli.
(Mynd: Løgmaður gjørdist verji hjá ÍSF í 2008.)