Løgmaður fer í komandi viku til Russlands og Kasakstan. Endamálið við ferðini er at slóða fyri betri marknaðaratgongd í eystanlondum fyri føroyskar útflytarar.
-Áhugin hjá okkara útflytarum at selja sínar vørur í Russlandi er vaksin nógv seinastu árini. Samstundis er eftirspurningurin í Russlandi eftir bæði laksi og uppsjóvarfiski veksandi, sigur løgmaður.
Sum liður í tilgongdini at gera eina fríhandilsavtalu við Eurasisku tollsamgonguna, vitjar løgmaður í komandi viku viðkomandi ráðharrar í Moskva og Astana, ið er høvuðsstaður í Kasakstan. Eurasiska tollsamgongan fevnir um Russland, Kasakstan og Hvítarussland
-Tá Russland, Kasakstan og Hvítarussland hava gjørt eina tollsamgongu, ber ikki til einans at gera eina fríhandilsavtalu við Russland. Nú mugu vit gera eina frihandilsavtalu við øll trý londini. Vit mugu tí samskifta bæði við kommissiónina, sum tekur sær av handilssáttmálum við tollsamgonguna, og á hægri politiskum stigi, vísir løgmaður á.
Í Moskva fer løgmaður at fundast við Andrey Slepnev, Minister for Trade (Member of Board) of Eurasian Economic Commission og Vladimir Titov, First Deputy Minister of Foreign Affairs, Ministry of Foreign Affairs. Í Astana í Kasakstan fer hann at skifta orð við Timur Zhaksylykov, Vice-Minister for Economy and Budget planning.
Mynd: Løgmaður og Sergei Lavrov, uttanríkisráðharri Russlands