21.04.2014 · Løgmansskrivstovan

Løgmaður til Stórabretlands

Løgmaður til Stórabretlands

Løgmaður fer í morgin til Stórabretlands. Komandi dagarnar eru fleiri fundir á skránni í Skotlandi og í Onglandi.

Mikudagin hittir løgmaður bæði Alex Salmond, fyrstaráðharra Skotlands, og Alistair Carmichel, ið er ráðharri hjá bretsku stjórnini í skotskum viðurskiftum.

Á fundunum verða fleiri ymisk viðurskifti umrødd, eitt nú oljuvinna, útbúgving og fiskivinna. Eisini fara Alex Salmond og Alistair Carmichael hvør í sínum lagi at kunna um skotsku sjálvstýristilgongdina.

Á ferðini í Stórabretlandi skal løgmaður eisini hitta aðalskrivaran í NASCO, formannin í føroysku tingnevndini í bretska tinginum og umboð fyri stjórnina í Hetlandi.

Hóskvøldið tekur løgmaður lut á flaggdagshaldinum hjá sendistovu Føroya í London.