SUMMARFUNDUR: Á fundinum verða allir forsætisráðharrarnir í Norðurlondum, forsetin í Norðurlandaráðnum og aðalskrivarin í Norðurlendska Ráðharraráðnum.
Løgmaður fer í dag til Svøríkis, har hann skal taka lut á norðurlendska forsætisráðharrafundinum, sum verður hildin í Ornskoldsvik í morgin.
Millum málini, sum eru á skrá, er føroyska málið um limaskap í norðurlendska samstarvinum, markaforðingar millum norðurlond og norðurlendskt samstarv um talgilding. Eisini verður nomið við norðurlendsk átøk innan grøna orku og veðurlag.
Á fundinum verða allir forsætisráðharrarnir í Norðurlondum, forsetin í Norðurlandaráðnum og aðalskrivarin í Norðurlendska Ráðharraráðnum.
Norðurlendska stjórnarsamstarvið byggir á Norðurlendska ráðharraráðið. Norðurlendsku forsætismálaráðharrarnir hava evstu ábyrgd av samstarvinum, eins og tað eru teir, ið seta nýggj, stór mál á skrá.