
Í morgun, týsdagin 23. apríl, fór løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen til Danmarkar á tænastuferð.
Í kvøld er løgmaður boðin til veitsluborðhald á Fredensborg Slotti, ið Margretha drotning heldur til heiðurs fyri forseta Russlands, Dmitry Medvedev, ið er á almennari vitjan í Danmark.
Hósdagin 29. apríl kl. 13 luttekur løgmaður á lestrardegi á Christiansborg, sum Norðuratlants Bólkurin á fólkatingi skipar fyri. Lestardagurin hevur heitið ”Norðuratlantshavið og ES.” (Les meir um lestrardagin.)
Kl. 15 hósdagin er løgmaður vertur fyri móttøku á Norðuratlants Bryggjuni fyri útlendskum sendiharrum í Danmark og øðrum innbodnum. Kl. 16 setur løgmaður framsýning á Norðuratlants Bryggjuni við listaverkum av Elinborg Lützen. (Les meir um framsýninga.)
Løgmaður verður aftur í Føroyum fríggjadagin 30. apríl.
Meir fæst at vita við at venda sær til Páll Nolsøe, kunningarráðgeva á tlf. 306028.