
Á móttøku í Tinganesi seinnapartin í dag, hevur Aksel V. Johannsen løgmaður, tilnevnt nýggj landsstýrisfólk.
Margit Stórá, ið hevur verið landsstýriskvinna í heilsumálum, er nýggj landsstýriskvinna í umhvørvismálum.
Súsanna Bertholdsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, er tilnevnd sum nýggj landsstýriskvinna í heilsumálum.