Løgmaður hevur eftir tilmæli frá Landsbanka Føroya, Búskaparráðnum og Fíggjarmálaráðnum, valt nýggjar limir í Føroya Váðaráð. Limirnir verða valdir fyri eitt 4 ára skeið.
Føroya Váðaráð hevur sum uppgávu at eyðmerkja og hava eftirlit við systemiskum fíggjarligum váðum í Føroyum.
Váðaráðið er skipað við 5 limum og 5 varalimum.
Eftir tilmæli frá Landsbanka Føroya:
- Malan Johansen, stjóri í Landsbankanum (føddur formaður)
- Varalimur: Ester Hansen, ráðgevi í Landsbankanum
- Torben Magnus Andersen, professari, Århus Universitet
- Varalimur: Marita Rasmussen, stjóri á Havstovuni
Eftir tilmæli frá Búskaparráðnum:
- Björn Rúnar Guðmundsson, skrivstovustjóri á Hagstofu Íslands. Er limur í Váðaráðnum.
- Varalimur: Herit Albinus, námslektari á Fróðskaparsetri Føroya
Eftir tilmæli frá Fíggjarmálaráðnum:
- Jógvan Thomsen, stjóri á Vinnustovninum. Er limur í Váðaráðnum
- Varalimur: Gudmundur Effersøe Nónstein, ráðgevi á Tryggingareftirlitinum
- Ragnfríð Nord Anthoniussen, fulltrúi í Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum
- Varalimur: Pól Egholm, deildarstjóri í Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum
Les meira um Føroya Váðaráð her