09.03.2015 · Løgmansskrivstovan

Løgmaður verið á fundi við Alistair Carmichael

Løgmaður verið á fundi við Alistair Carmichael

Løgmaður hevur seint seinnapartin havt fund við Alistair Carmichael, skotlandsráðharra hjá bretsku stjórnini, sum í hesum døgum vitjar Føroyar. Fleiri ymisk øki vórðu umrødd á fundinum. Alistair Carmichael kunnaði millum annað um fólkaatkvøðuna um sjálvstýri í Skotlandi í fjør. Løgmaður greiddi honum um búskaparligu gongdina í Føroyum.

Løgmaður og bretski ráðharrin skiftu eisini orð um fiskivinnu, oljuvinnu, orkumál, handilsmál og ferðasamband, nú Atlantsflog seinni í ár fer at flúgva beinleiðis til Edinburgh í Skotlandi.

Eftir fundin við løgmann skuldi Alistair Carmichael á fund við landsstýrismannin í vinnumálum og landsstýrismannin í fiskivinnumálum.

Bretski ráðharrin fer av landinum seinnapartin í morgin.

Mynd: Løgmaður og Alistair Carmichael