Kaj Leo Johannesen løgmaður hevur játtað at vera verji hjá Ítróttarsambandi Føroya. Í hesum sambandi handaði starvsnevndin hjá ÍSF seinnapartin í dag løgmanni gullnál ÍSFs og skreytblað.
Undan handanini umrøddu løgmaður og starvsnevndin umstøður og fyritreytir fyri úrvalsítrótti í Føroyum. Løgmaður nevndi eisini møguleikan at seta ein bólk við umboðum frá politisku skipanini og ÍSF at arbeiða fyri føroyskum limaskapi í altjóða ítróttarfelagsskapum. Starvsnevndin vísti stóran áhuga fyri uppskotinum.
Mynd: Sølvi Reinert Hansen, forseti í ÍSF, Katrin Joensen, skrivari í ÍSF, Petur Elias Petersen, varaforseti í ÍSF og Kaj Leo Johannesen løgmaður.