03.01.2012 · Løgmansskrivstovan

Løgmaður viðmerkir yvirlýsingina frá Kvinnusamskipan Føroya

Løgmaður viðmerkir yvirlýsingina frá Kvinnusamskipan Føroya

TV2 gjørdi nýggjársaftan beinleiðis samrøðu við meg um nýggjársrøðuna hjá drotningini og týdningin av, at drotningin á hvørjum ári ber heilsan til Føroya fólk í røðuni.


Undir samrøðuni kom eg inn á, at drotningin er nógv avhildin millum føroyingar, og at hesin áhugi sæst aftur í, at føroyingar eins og danir lesa vikubløðini, ið fylgja Kongshúsinum. Tað harmar meg, at Kvinnusamskipan Føroya og aðrar kvinnur kenna seg settar í bás, tí tað var als ikki ætlanin við útsøgnini.
 

Eg nýti høvi at takka fyri jaligu orðini hjá Kvinnusamskipanini um nýggjársrøðuna.
 

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður