24.10.2014 · Løgmansskrivstovan

Løgmaður vil á fund við Altjóða Olympisku Nevndina

Tað er neyðugt at viðgera málið um sjálvstøðugan føroyskan OL limaskap á hægsta stigi í Altjóða Olympisku Nevndini, IOC.

Løgmaður, ið er verji hjá føroyskari ítrótt, hevur avgjørt at biðja um fund við Thomas Bach, formann í IOC.

Orsøkin er, at IOC hevur boðað ÍSF frá, at føroyska umsóknin um limaskap frá 1984 ikki verður viðgjørd.

-Landsstýrið góðtekur ikki, at IOC sýtir fyri at viðgera føroysku umsóknina frá 1984. Grundgevingarnar hjá IOC um, at Føroyar ikki lúka treytirnar í Olympic Charter, sum vórðu broyttar í 1996 til, at nýggj limalond skulu vera sjálvstøðugir statir, halda snøgt sagt ikki. Tá okkara umsókn varð latin inn í 1984, skal hon viðgerast eftir treytunum, sum vórðu ásettar áðrenn 1996, sigur løgmaður.

ÍSF hevur í heyst verið á fundi við embætisfólk í IOC.

Á fundinum fingu føroysku umboðini at vita, at umsóknin frá 1984 ikki verður viðgjørd av IOC sambært gomlu reglunum.

-Tað er nú neyðugt at taka málið upp á hægsta stigi. Tí biði eg nú um fund við formannin í IOC, so vit kunnu fáa ferð á málið. Málið um sjálvstøðugan føroyskan OL-limaskap er sera týdningarmikið fyri okkum sum tjóð, og tí vóni eg sjálvandi at fáa málið loyst, vísir løgmaður á.