Løgmaður hevur gjøgnumgingið frágreiðingina frá Løgtingsins umboðsmanni, dagfest 2. november 2010, um avgerðir at løggilda grannskoðarar.
Hann hevur fingið hesa frágreiðing, tí umboðsmaðurin heldur, at tað hava verið álvarsligir feilir og brek í viðgerðini hjá Innlendismálaráðnum og Vinnumálaráðnum, tá sjey umsøkjarar fingu løggilding sum grannskoðarar í 2005 og 2007.
Løgmaður heldur hetta vera álvarsmál. Tí mugu stig takast til tess at tryggja, at vit varðveita eina fyrisiting og politiska skipan á einum stigi, ið sømir seg einum framkomnum samfelag.
Umboðsmaðurin ger vart við, at fleiri myndugleikar hava gjørt feilir. Fyri at tryggja greiða fatan av málinum er tí neyðugt at greina, hvørjir myndugleikar hava ábyrgd og heimildir á teimum økjum, ið funnist verður at, og hvørjir spurningar teir skulu taka støðu til.
Viðkomandi spurningar og átøk eru hesi:
Afturtøka av løggildingum
Er tað løgfrøðiliga heimilað at taka aftur løggildingina grundgivið við teimum umstøðum, sum umboðsmaðurin vísir á? Hvør skal vegna landsstýrið taka stig til at kanna, um tað ber til, og um so er, hvør skal fremja afturtøkuavgerðina í verki?
Skráseting Føroya er tann myndugleiki, sum formliga hevur skrivað út løggildingarnar til teir sjey grannskoðararnar. Tí er Skrásetingin eisini tann stovnur, sum hevur skyldu at kanna, hvørt tað løgfrøðiliga er heimilað at taka aftur løggildingina, ið er grundgivin við teimum umstøðum, sum umboðsmaðurin vísir á. Um løgfrøðiligu kanningarnar vísa, at so er, verður Skrásetingin eisini at taka neyðug stig til at fremja eina afturtøku. Í hesum sambandi er eisini neyðugt hjá starvsfólkunum á stovninum at gera av, um teirra leiklutur í málinum higartil ger tey ógegnug at luttaka í afturtøkuviðgerðini.
Ábyrgd landsstýrismanna
Hava avvarðandi landsstýrismenn, sum sótu, tá ið avgerðirnar um at geva teimum sjey løggilding vórðu tiknar, borið seg óregluliga at í útinningini av sínum starvi í sambandi við málið, og hvussu er ábyrgdarmannagongdin mótvegis teimum?
Fyri at kunna staðfesta endaliga um landsstýrismenninir bóru seg óregluliga at, má endaligur dómur til. Rættarmál at staðfesta ábyrgd kunnu byrjast við løgtingssamtykt ella løgmansavgerð. Síðstnevnda tó einans, um tað snýr seg um landsstýrismannavirksemi í starvstíðini hjá sitandi løgmanni. Í ítøkiliga málinum er talan um landsstýrismannavirksemi í tíðarskeiði, áðrenn sitandi løgmaður tók við. Einasti háttur at byrja ábyrgdarmál móti avvarðandi landsstýrismanni er tí at leggja uppskot fyri Løgtingið um at byrja rættarligt ábyrgdarmál.
Hetta mál snýr seg um álit á okkara politisku skipan. Tí tekur løgmaður tað sum givið, at málið verður reist á Løgtingi.
Tá ið umræður politisku ábyrgdina er at siga, at tann landsstýrismaður, sum serliga verður viðgjørdur í frágreiðingini, er ikki longur landsstýrismaður. Tí kann málið ikki fáa politiskar avleiðingar fyri hann sum landsstýrismann. Viðvíkjandi táverandi landsstýrimanni í innlendismálum, sum nú er landsstýrismaður í fiskivinnumálum, verður ikki mett, at hansara leiklutur í málinum er av slíkum slagi, at løgmaður hevur mist álitið á honum sum landsstýrismanni.
Óregluligur atburður hjá aðalstjórum
Hava avvarðandi aðalstjórar borið seg óregluliga at í útinningini av starvi sínum, og hvør tekur stig til at byrja ábyrgdarmál móti teimum?
Tað er løgmaður í samráð við avvarðandi landsstýrismann, sum setur og loysir úr starvi aðalstjórar, og tí er tað eisini hann í samráð við avvarðandi landsstýrismann, ið ger av, um málið skal fáa tænastuligar avleiðingar fyri teir. Aðalstjórar eru tænastumenn. Tá spurningurin um ábyrgd hjá tænastumanni fyri at hava borið seg óregluliga at verður reistur, hevur tænastumaðurin rætt til eina tænastumannakanning eftir tænastumannalógini § 17. Slíkar kanningar verða gjørdar av einum forhoyrsleiðara, ið er tilnevndur av sorinskrivaranum.
Løgmaður fer nú at kanna nærri, um grundarlag er fyri at seta í verk tænastumannakanning av aðalstjórunum við støði í frágreiðingini hjá umboðsmanninum.
Óregluligur atburður hjá undirskipaðum starvsfólkum
Hava starvsfólk í undirskipaðum størvum í landsfyrisitingini, ið vóru í starvi, tá ið avgerðirnar um at geva teimum sjey løggilding vórðu tiknar, borið seg óregluliga at í útinningini av starvi sínum, og hvør tekur stig til at byrja ábyrgdarmál í móti teimum?
Um nøkur tænastulig avleiðing skal verða móti starvsfólkum í undirskipaðum størvum í landsfyrisitingini avger avvarðandi aðalstjóri, ella møguliga settur aðalstjóri vegna ógegni hjá tí verandi aðalstjóra.
Samanumtikið fer løgmaður at fylgja við, um omanfyri nevndu ábyrgdarhavandi myndugleikar gera sínar skyldur, og løgmaður fer sjálvur undir ta tilgongd, sum hann beinleiðis varðar av.