28.04.2015 · Løgmansskrivstovan

Løgmaður vil seta havnastongsulin úr gildi

Løgmaður vil seta havnastongsulin úr gildi

Løgmaður vil hava kanadiskar myndugleikar at seta havnastongsulin úr gildi. Tað gjørdi hann greitt á fundi í Ottawa í gjár við Gail Shea, kanadiska fiskimálaráðharran. Fundurin varð fingin í lag í sambandi við, at løgmaður var í Kanada á ráðharrafundi í Arktiska Ráðnum. Endamálið við fundinum var at taka upp havnastongsulin hjá Kanada móti føroyskum fiskiskipum.

“Vit høvdu ein góðan og gevandi fund, har eg nýtti høvið at vísa á góða samstarvið við Kanada, serliga á fiskivinnuøkinum. Kanada og Føroyar hava nógv til felags og eru samd um rættin at gagnnýta havtilfeingið á burðardyggan hátt”, sigur løgmaður.

Kanadiskar havnir hava í stóran mun verið stongdar fyri føroyskum fiskiskipum seinastu 13 árini. Orsøkin til stongsulin er, at Føroyar hava mótmælt rækjubýtinum á Grand Bank og ásett egna kvotu. Løgmaður heitti á fundinum á kanadiska fiskimálaráðharran um at lata kanadisku havnirnar upp aftur fyri føroyskum skipum. Gail Shea gav løgmanni lyfti um at taka málið upp til nýggja viðgerð.

Løgmaður nýtti eisini høvið at bjóða ráðharranum til Føroyar til altjóða ráðstevnu um vøkstur í bláa tilfeingisbúskapinum, sum Fiskimálaráðið saman við Norðurlendska Ráðharraráðnum skipar fyri í juni.

Løgmaður fór víðari úr Ottawa til London, har hann í dag heldur røðu á flaggdagshaldinum, sum føroyska sendistovan í London skipar fyri.

Mynd: Gail Shea og løgmaður.