- Svar til grein hjá Viberg Sørensen á heimasíðuni hjá Føroya Reiðarafelag
Fyri viku síðani tók Fólkaflokkurin seg úr samgonguni, og vit fingu eina minnilutastjórn. Eingin broyting er hend við fiskivinnupolitikkinum, síðani Fólkaflokkurin fór úr samgonguni.
Kunngerð um býti av fyrstu umleið 60.000 tonsunum av makrelkvotuni fyri 2011 kemur fyri á landstýrisfundi í morgin. Síðani verður kunngerðin send Fiskivinnuráðnum til ummælis. Tá ið svar er komið aftur frá ráðnum, kunnu loyvini skrivast út. Síðani verður býtið av restini av kvotuni, og við hvørjum treytum býtast skal, viðgjørt. Tá ið tað snýr seg um tey fyrstu umleið 60.000 tonsini, er ikki talan um nakra broyting.
Eg vil skapa góðar og tryggar karmar fyri fiskivinnuna. Eg eri tó als ikki samdur í, at fiskivinnan rekur fyri vág og vind. Í løtuni er landsstýrið í eini tilgongd, og formaðurin í Reiðarafelagnum veit eins væl og eg, at samráðingar kunnu vera harðar og taka tíð. Men hóast hetta eigur tað ikki at steðga okkum.
Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður