14.09.2009 · Løgmansskrivstovan

Løgmaður virkar fyri sjálvstøðugum limaskapi í IOC

Løgmaður virkar fyri sjálvstøðugum limaskapi í IOC

Løgmaður er verji fyri føroysku ítróttina. Tí var løgmaður vertur fyri døgurða fríggjakvøldið 11. septembur í sambandi við, at norðurlendskur ítróttafundur varð hildin í Føroyum. Nevndarlimir og formenninir í norðurlendsku ítróttasambondunum og olympisku nevndunum luttóku á hesum fundi og døgverðanum. Á leið 30 gestir úr øllum Norðanlondum vóru til døgurðan.

Løgmaður helt røðu til døgurðan. Hann takkaði øllum gestunum fyri tað stóra arbeiðið, sum teir gera fyri ítróttina og samfeløg. Løgmaður legði dent á, at ítrótt hevur stóran og jaligan týdning fyri okkara samfeløg. Í hesum sambandi vísti løgmaður m.a. á, at ítróttin er við til at skapa eitt betri samfelag. Í Føroyum er stórt og fjølbroytt ítróttavirksemi, og hetta virksemi ger sítt til, at Føroyar eru millum tey lond í heiminum, ið hava lægstan kriminalitet.
Løgmaður umrøddi eisini støðuna hjá Føroyum í mun til Altjóða Olympisku Nevndina (IOC). Eitt av hjartamálum løgmans er sjálvstøðugur føroyskur limaskapur í IOC. Umsókn um limaskap varð send í 1984, men IOC hevur noktað føroyingum limaskap, hóast føroyingar luku treytirnar. Løgmaður heitti á ítróttasambondini og olympisku nevndirnar í Norðanlondum um at vera við til at virka fyri, at Føroyar fáa limaskap í IOC.
Málið er, oyggjaleikirnir skulu vera í Føroyum í 2017. Hesum hevur Løgmaður boðað frá. Løgmaður greiddi gestunum frá hesum máli.
Døgurðin var hildin í matstovuni úti í Tinganesi, í hugnaligum og søguligum umhvørvi.