Lønar- og setanarviðurskiftini hjá landsstýrisfólkum verða í løtuni endurskoðað. Tað heldur løgmaður er alneyðugt, tí lønar- og setanarviðurskiftini eru skeiklaði.
Í hesum sambandi sigur løgmaður: “Lønin hjá landsstýrisfólkum er lutfalsliga lág í mun til lønarlagið í samfelagnum. Hinvegin hava landsstýrisfólk sera lønandi og lagalig pensjónsviðurskifti og skattafrí ískoyti til borðfæ. Harumframt kemur kostnaðarendurgjaldið til ferðing, sum er lutfalsliga høgt.
Ein loysn kundi verið, at borðfæið og kostnaðarendurgjøldini verða tikin uppí lønina og harvið verða skattskyldug. Tað hevði merkt eina hægri bruttoløn, men landsstýrisfólkini høvdu íalt fingið eina lægri nettoløn.
Setanarviðurskiftini hjá landsins kosnu eiga at vera røtt og rímulig. Tó er tað óheppið um landsstýrisfólk skulu ásetta teirra egnu løn. Tí er ein óheft nevnd sett at gera tilmæli um lønarviðurskiftini hjá landsstýrinum. Nevndin verður eftir ætlan liðug um ársskiftið. Tilmælið verður lagt fyri tingið, og eg vóni at tilmælið verður samtykt.”
Løgmaður svaraði í gjár, 10. okt., fyrispurningi frá Kristinu Háfoss um endurskoðan av lønarviðurskiftum hjá landsstýrisfólkum.