Lógartænastan á Løgmansskrivstovuni eftirkannaði 202 uppskot í løgtingsárinum 2019 – tað er tíðarskeiðið frá 29. juli 2019 til 28. juli 2020.
Eftirkanningin í løgtingsárinum 2019 var, sum nógv annað, merkt av Covid-19 kreppuni. 20 uppskot og 22 kunngerðir vóru beinleiðis avleiðingar av koronakreppuni. Hetta gav ymiskar løgfrøðiligar avbjóðingar, tí støðan kom í brádliga, víkjast mátti frá vanligum grundreglum umframt aðrar avbjóðingar.
Hetta stendur millum annað at lesa í ársfrágreiðingini um eftirkanning fyri løgtingsárið 2019, sum Lógartænastan gevur út.
“Hetta er sætta ársfrágreiðingin, sum verður givin út. Endamálið við útgávuni er framvegis at kunna stjórnarráðini um ymiskt viðvíkjandi lógarsmíði og at siga frá okkara royndum seinasta løgtingárið, og hvussu hetta eftirkanningarárið eftir okkara tykki hevur hepnast,” sigur Nella Festirstein deildarstjóri á Lógartænastuni.
Ársfrágreiðingin vísir á, at stórur partur av uppskotunum hjá landsstýrinum ikki verða løgd á almenna ummælisportalin. Lógartænastan heitir í frágreiðingini á stjórnarráðini um at minnast til, at øll uppskot hjá stjórnarráðunum eisini skulu leggjast á ummælisportalin, umframt at stjórnarráðini senda uppskot beinleiðis til ummælis hjá øllum viðkomandi pørtum.
Lógartænastan eftirkannar øll uppskot frá landsfyrisitingini, áðrenn tey verða løgd fyri Løgtingið ella kunngjørd. Hetta inniber øll uppskot til løgtingslóg, ríkislógartilmæli, samtyktar, kunngerð, rundskriv, leiðbeining, bekendtgørelse, lovbekendtgørelse og anordningsbekendtgørelse.
Ársfrágreiðingin kann lesast her.