02.01.2017 · Løgmansskrivstovan

Lógartænastan eftirkannaði 191 uppskot

Lógartænastan eftirkannaði 191 uppskot

EFTIRKANNING: Lógartænastan á Løgmansskrivstovuni eftirkannaði 191 uppskot í løgtingsárinum 2015. Hetta er 38 uppskot færri enn í 2014.

Í løgtingsárinum 2015 eftirkannaði lógartænastan á Løgmanskrivstovuni tilsamans 191 uppskot frá øllum átta stjórnarráðunum og einum stovni, sum hevur lógarheimild at kunngera kunngerðir í Kunngerðablaðnum. Hetta er 38 uppskot færri enn í 2014, hóast tað í 2015 var eitt stjórnarráð meira enn í 2014, Samferðslumálaráðið. Hetta stendur millum annað at lesa í ársfrágreiðingini um eftirkanning fyri løgtingsárið 2015.

- Endamálið við at geva út ársfrágreiðingina er at kunna stjórnarráðini um, hvørjar okkara royndir hava verið seinasta løgtingárið, og hvussu hetta eftirkanningarárið eftir okkara tykki hevur hepnast, sigur Nella Festirstein, deildarstjóri á Lógartænastuni.

Ársfrágreiðingin er í trimum pørtum. Ein partur er um hagtøl, sum vísa, hvussu nógv uppskot eru eftirkannað, frá hvørjum stjórnarráði ella stovni tey eru, og hvussu langa tíð eftirkanningin tók. Annar partur er um tøkniligu eftirkanningina og hvørjar trupulleikar hava verið, tá tøkniligu broytingarnar skulu góðkennast. Triði parturin er um løgfrøðiligu eftirkanningina, har nøkur ávís evni, sum lógartænastan viðgjørdi í løgtingsárinum 2015, eru lýst fyri seg.

Ársfrágreiðingin kann lesast her

UM EFTIRKANNING:

At eftirkanna eitt lógaruppskot er seinasti liður í tilgongdini at gera eitt lógaruppskot.

Við eftirkanningini í lógatænastuni hjá Løgmansskrivstovuni verður serliga hugt eftir, um uppskot til løgtingslógir og annað, sum skal leggjast fyri tingið, lúka formligu krøvini til innihaldið í løgtingslógaruppskotum og ríkislógartilmælum, sum eru ásett í § 37 í Tingskipan Føroya Løgtings og rundskrivinum frá 4. juni 2014 um lógarsmíð.