21.12.2015 · Løgmansskrivstovan

Lógartænastan eftirkannaði 229 uppskot

Lógartænastan eftirkannaði 229 uppskot

Í løgtingsárinum 2014 eftirkannaði Lógartænastan á Løgmanskrivstovuni tilsamans 229 uppskot frá øllum sjey stjórnarráðunum og einum stovni, sum hevur lógarheimild at kunngera kunngerðir í Kunngerðablaðnum. Tað stendur millum annað at lesa í ársfrágreiðingini um eftirkanning fyri løgtingsárið 2014.

-Henda ársfrágreiðing er tann fyrsta av sínum slagi. Vit halda, at tað er týdningarmikið at kunna stjórnarráðini um, hvørjar okkara royndir hava verið, og hvussu hetta fyrsta eftirkanningarárið eftir okkara tykki hevur eydnast, sigur Nella Festirstein, deildarstjóri á Lógartænastuni.

Ársfrágreiðingin er í fýra pørtum. Ein partur er um hagtøl, sum vísa, hvussu nógv uppskot eru eftirkannað, frá hvørjum stjórnarráði ella stovni tey eru, og hvussu langa tíð eftirkanningin tók. Ein partur er um tøkniligu eftirkanningina og hvørjar trupulleikar hava verið, tá tøkniligu broytingarnar skulu góðkennast. Størsti parturin er um løgfrøðiligu eftirkanningina. Hesin partur er býttur í fýra undirpartar, har løgtingslógir, kunngerðir, ríkislógartilmæli og uppskot til samtyktar verða viðgjørd fyri seg.

Ársfrágreiðingin kann lesast her