Landsstýrið setur nú avmarkingar í verk fyri at tálma smittutrýstinum. Hetta verður sett í verk:
- Øll tiltøk, har 50 fólk ella fleiri savnast, eiga at verða útsett.
- Ítróttardystir kunnu avgreiðast, men hetta eigur at vera uttan áskoðarar.
- Skúlar og dagstovnar, har smittan ger um seg, eiga at lata aftur. Ráðgevandi nevndin innan skúla- og dagstovnaøkið tekur saman við Landslæknanum støðu í hvørjum einstøkum føri.
- Frítíðarvirksemi hjá børnum og ungum eigur at steðga, har smittan ger um seg.
- Náttarlívið eigur at lata aftur. Hetta er tó ikki galdandi fyri matstovur.
- Øll eiga framvegis at kanna seg annan dagin eftir komu.
- Koronalinjan letur upp aftur í morgin.
- Hildið verður fram við at kanna og smittuspora.
Tilmælini eru galdandi í tíggju dagar. Frá í dag til og við fríggjadagin tann 12. november.
“Vit hava lært gjøgnum hesa koronatíðina, at støðan broytist alla tíðina. Og tað síggja vit eisini nú. Tíverri sær út til, at høga smittutrýstið seinastu vikuna heldur fram. Verandi tiltøk hava ikki munað nóg væl. Tí mugu vit gera ein vørr, og fáa tamarhald á smittuni nú,” sigur Bárður á Steig Nielsen løgmaður.
Farsóttarnevndin fer frameftir at krevja koronakanning við markið til øll, sum ikki kunnu vísa koronapass. Tað vil siga, at persónar sum ikki eru fult koppsettir, hava eina galdandi koronatest, sum ikki er eldri enn 72 tímar ella hava havt korona (antistoftest), skulu øll kannast við markið. Hetta verður galdandi frá 15. november. Landsstýrið fer tó at heita á Farsóttarnevndina um at framskunda kanningarnar við markið.
Tilmælini frá landsstýrinum byggja á niðurstøður hjá Farsóttarnevndini.