Á ferð síni í Íslandi hevur løgmaður enn einaferð borið fram boðskapin um, at samstarvið millum londini í útnorðuri eigur at styrkjast. Londini eiga at standa saman um rættin at gagnnýta havsins tilfeingi.
Á fundinum í Útnorðurráðnum mánadagin 1. september bar løgmaður fram, at londini í útnorður í størri mun eiga at standa saman um at verja rættin at gagnnýta havsins ríkidømi á burðardyggan hátt. Veiða av tilfeingi í havinum er rótfestur partur av samfeløgunum í útnorðuri. Tí eiga londini at hava felags rødd og front í altjóða samfelagnum móti teimum kreftum sum ynskja at steðga hvalaveiða ella skerja okkara lut í fiskastovnum. Eitt styrkt útnorðursamstarv gevur okkum størri møguleika at verja hesi áhugamál, enn um vit standa einsamøll.
Á Hoyvíksráðsfundi við íslendska uttanríkisráðharran, Gunnar Bragi Sveinsson, har eisini Aleqa Hammond luttók, vísti løgmaður á, at í Føroyum er ónøgd við Hoyvíkssáttmálan. Tí eigur antin sáttmálin at tillagast ella verða settur úr gildi, og ein nýggjur sáttmáli gerast. Næsta ár hevur Hoyvíkssáttmálin tíggju ár á baki, og er tað gott høvi at eftirmeta sáttmálan. Fyrsta stigi er at lýsa møguligar forðingar - bæði frá føroyskari og íslendskari síðu - sum eru í verandi sáttmála.
Útflutningur av heilivági var á skránni fyri fundin. Í verandi støðu hava føroyingar ikki møguleika at útflyta heilivág til Íslands. Ein arbeiðsbólkur við føroyskum og íslendskum embætisfólki arbeiðir í løtuni við ein loysn, ið skal taka burtur forðingarnar. Bólkurin er um at vera liðugur við sítt arbeiði.
Nærabergmálið var eisini viðgjørt, og íslendski uttanríkisráðharrin segði, at politiska skipanin í Íslandi vil gera sítt til at slíkt ikki hendur aftur.
(Myndatekstur: Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, heldur røðu á Bessastøðum fyri forseta Íslands, Ólafur Ragnar Grímsson. Til døgurðan vóru eisini limirnir í Útnorðurráðnum, Aleqa Hammond, sjálvstýrisforkvinna í Grønland, íslendski forsætisráðharrin, Sigmundur Davíð Gunnlaugsson og Gunnar Bragi Sveinsson, uttanríkisráðharri.)