Løgmaður hevur gjørt av at tilnevna Magnus Rasmussen sum landsstýrismann í umhvørvis- og vinnumálum. Hann loysir Helga Abrahamsen av.
Magnus Rasmussen varð fyrstu ferð valdur á Føroya løgting í 2015. Hetta samgonguskeiðið hevur hann verið formaður í Løgtingsins fíggjarnevnd.
Hann var borgarstjóri í Runavíkar kommunu frá 2009 til 2015.
Nýggi landsstýrismaðurin er 58 ára gamal, hann er giftur Eydnu Rasmussen og tey eiga tvey børn.
Magnus Rasmussen hevur sín fyrsta arbeiðsdag í dag.