25.02.2015 · Løgmansskrivstovan

Málið er sjálvstøðugur limaskapur í Norðurlandaráðnum

Málið er sjálvstøðugur limaskapur í Norðurlandaráðnum

Fullur sjálvstøðugur limaskapur í Norðurlandaráðnum er framvegis hjá málið hjá Føroyum. Tað gjørdi Annika Olsen, norðurlendskur samstarvsráðharri, greitt fyrrapartin á stórari ráðstevnu um norðurlendska samstarvið í framtíðini.

-Stórur partur av mínari framløgu snúði seg um framtíðina hjá sjálvstýrandi londunum í norðurlendska samstarvinum. Føroyar, Grønland og Áland eiga at fáa ein nógv sjónligari og virknari leiklut. Styrkin við norðurlendska samstarvinum er fjølbroytni. Tíðin er búgvin til, at sjálvstýrandi londini, ið hava samstarvað seinastu 30-40 árini, fáa størri ábyrgd og leiklut í norðurlendska samstarvinum á jøvnum føti við tey fimm limalondini, okkum øllum at frama, sigur Annika Olsen.

Ráðstevnan í Keypmannahavn í dag við heitinum “Den nordiske model” er startskotið til danska formansskapin í Norðurlendska Ráðharraráðnum. Føroyar hava ein virknan leiklut undir danska formansskapinum í ár. Føroyar hava formansskapin í norðurlendska fiskivinnusamstarvinum. Eisini standa Føroyar á odda fyri stóru verkætlanini “Vækst i Blå bioøkonomi”, sum komandi trý árini hevur fingið tillutað 8,3 milliónir krónur frá norðurlendska samstarvinum.    

Fleiri kend andlit eru við á ráðstevnuni  í Keypmannahavn. Afturat Carsten Hansen, norðurlenska samstarvsráðharra Danmarkar, skulu Mogens Lykketoft, formaður í Fólkatinginum, Poul Nyrup Rasmussen, fyrrverandi forsætisráðharri, og Adam Price, kendur sjónvarpskokkur og rithøvundur, leggja fram síni sjónarmið um norðurlendska samstarvið.   

Røðan hjá Anniku Olsen kann lesast her

Mynd

Frá vinstru: Poul Nyrup Rasmussen, fyrrverandi forsætisráðharri, Annika Olsen, norðurlendskur samstarvsráðharri, Carsten Hansen norðurlendskur samstarvsráðharri Danmarkar og Mogens Lykketoft, formaður í Fólkatinginum.