Annika Olsen, sum eisini er landsstýriskvinna í norðurlandamálum, hevur tilnevnt Marjuna Magnussen sum føroyska umboðið í norðurlendska Marknaforðingarráðnum.
Marjun Magnussen, ið er útbúgvin løgfrøðingur, er deildarstjóri í Almannamálaráðnum. Marjun byrjaði starvsleið sína í altjóða skrivstovuni í danska Arbejdsdirektoratet, sum var partur av Arbejdsministeriet (í dag Beskæftigelsesministeriet). Hon hevur síðani starvast í Innlendismálaráðnum sum fulltrúi, og seinni sum leiðandi løgfrøðingur í Fiskimálaráðnum.
Í sínum starvi sum deildarstjóri í Almannamálaráðnum hevur Marjun Magnussen seinastu árini saman við sínari deild arbeitt við spurningum um marknaforðingum millum norðanlond. Eitt nú hava tey arbeitt við at endurskoða og tilevna norðurlendska sáttmálan um sosiala trygd, har marknaforðingar eisini vórðu viðgjørdar.
Endamálið við Marknaforðingarráðnum er at beina fyri marknaforðingum, sum longu eru, og virka fyri, at nýggjar ikki stinga seg upp. Marknaforðingarráðið skal fyrst og fremst raðfesta marknaforðingar, sum eru innan arbeiðsmarknaðin, sosial- og útbúgvingarøkið. Málið er at loysa 5-10 norðurlendskar marknaforðingar um árið gjøgnum Marknaforðingarráðið.
Marknaforðingarráðið er mannað við 10 limum. Ein úr hvørjum landi, aðalskrivaranum í Norðurlanda Ráðharraráðnum og einum limi í Norðurlandaráðnum. Hvør einstakur limur í Marknaforðingrráðnum hevur ábyrgdina av at grundfesta og leggja arbeiðið til rættis at loysa marknaforðingar í sínum landi.
“Eg fegnist um, at vit kunnu taka lut í hesum arbeiði. Tað hevur stóran týdning, at fáa loyst okkara marknaforðingar, so einstaklingar og fyritøkur kunnu virka frítt um landamørk í Norðurlondum.At loysa marknaforðingar er við til at skapa arbeiðspláss og vøkstur í Norðurlondum, og eru tí eitt av týdningarmiklastu samstarvsøkjum í norðurlendska samstarvinum. Føroysku Fólkatingslimirnir – Sjúrður Skaale og Edmund Joensen – hava víst á nakrar marknaforðingar millum Føroyar og Danmark. Arbeiði er eisini farið í gongd við at beina hesar marknaforðingar av vegnum. Tað er eingin ivi um, at miðvísa arbeiði, sum er farið í gongd á hesum øki, kemur at gagna okkum, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í norðurlandamálum.”