Marknaðaratgongdin skal vera so góð sum gjørligt hjá føroyskum útflutningsfyritøkum. Tað svarar løgmaður millum annað í § 52a frá Hanusi Samró, løgtingsmanni, um tollforðingar hjá ES.
-Eg virki altíð fyri, at føroyskar útflutningsfyritøkur hava so góða marknaðar atgongd sum gjørligt á so nógvum viðkomandi marknaðum sum gjørligt. Eisini í hesum føri verður arbeitt fyri at fáa ES at burturbeina tollin á m.a. niðursjóðaðum makreli, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.
Svarið hjá løgmanni kann lesast her