27.04.2015 · Løgmansskrivstovan

Móttøka í Moskva

Móttøka í Moskva

Tann 27.mai verður skipað fyri móttøku í Moskva, nú Føroyar hava latið upp sendistovu í Russlandi. Tað er Løgmansskrivstovan, sum skipar fyri móttøkuni.

Á móttøkuni verða løgmaður, sendimaður Føroya í Russlandi og umboð fyri almennu myndugleikarnar í Føroyum. Eisini verða fleiri føroyskar fyritøkur við. Tað er Vinnuhúsið, sum samskipar luttøkuna hjá føroysku vinnuni.

Umboð fyri politisku myndugleikarnar í Russlandi, útlendsk sendifólk í Moskva, og russiskir samstarvsfelagarar hjá føroysku fyritøkunum taka eisini lut á móttøkuni.

Meira fæst at vita við at venda sær til Duritu L. Jóansdóttir, duritalj@tinganes.fo ella telefon 551008