SUMMARFUNDUR: Løgmaður og hinir norðurlendsku stjórnarleiðararnir á summarfundi í Vestmannaoyggjunum
Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Justin Trudeau, kanadiski forsætisráðharrin, á Vestmannaoyggjum í Íslandi.
Summarfundurin í ár var hildin á Eldheimir, ið er eitt savn um eldgosið á Vestmannaoyggjum í 1973. Umframt teir átta stjórnarleiðararnir í norðurlondum, tók Justin Trudeau, kanadiski forsætisráðharrin, eisini lut í ár.
Í gjár varð skipað var fyri einari stuttari útferð við báti.
Á kvøldartúrinum varð farið inn í eitt helli.
Undir fundinum í dag vísti Aksel V. Johannesen, løgmaður, millum annað á, at Føroyar arbeiða miðvíst fyri at gerast 100 prosent grønar á landi við varandi orku.
Løgmaður segði eisini á fundinum, at norðurlond eru væl brynjað at loysa tær stóru og umfatandi avbjóðingarnar, ið heimurin stendur yvirfyri.
Nógv tíðindafólk vóru til staðar á summarfundinum hjá norðurlendsku stjórnarleiðararunum.
Yvirlýsingin frá summarfundinum kann lesast her
Myndir: Íslendska forsætismálaráðið