Gongdin at tryggja Føroyum betri viðurskifti við ES er í løtuni í einari góðari legu, og vit eru bjartskygd um at samstarvið í næstum verður styrkt. Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sum í hesum døgum luttekur á ST-aðalfundi í New York.
Undir vitjan síni hevur løgmaður verið á fundi við Frans Timmermans, sum er varaformaður í ES nevndini.
Á fundinum gjørdi løgmaður vart við, at tørvur er á einum breiðari samstarvi og meira tíðarhóskandi karmi fyri viðurskiftini ímillum Føroyar og ES, og víst varð til brævaskiftið, sum hevur verið millum løgmann og Ursulu von der Leyen, forkvinnu í ES nevndini.
Landsstýrið vil menna eitt sterkari og meira fjøltáttað samstarv við ES. Ítøkiliga verður arbeitt við einum samstarvskarmi millum partarnar, ið skal tryggja eitt tættari og meira skipað samstarv, bøta um handilsviðurskiftini og geva betri møguleikar at víðka samstarvið til onnur øki.
Løgmaður og Frans Timmermans, varaformaður í ES nevndini.
”Við nýggju heimsstøðuni í huga, hevur tað stóran týdning at styrkja samstarvi við lond og felagsskapir, sum standa fyri somu demokratisku virðum, sum vit gera í Føroyum. Vit mugu eisini leggja nógv fyri at fáa so góðar marknaðarmøguleikar sum yvirhøvur gjørligt við hesi londini. Tað eru 25 ár síðani, at handilssáttmálin við ES varð gjørdur, og tí er tað í tøkum tíma at dagføra okkara handilsviðurskifti við ES. Okkara verandi samstarv innan fiskiveiðu og gransking skal eisini styrkjast. Harumframt vilja vit menna eitt breiðari samstarv innan talgilding, grøna orku, útbúgving og mentan, vísir løgmaður á.
Seinni í dag skal løgmaður á fund við írska forsætisráðharran, Micháel Martin. Á fundinum fara partarnir at umrøða sínámillum samstarv umframt tilgongdina við at styrkja viðurskiftini ímillum Føroyar og Evropasamveldið.