05.01.2011 · Løgmansskrivstovan
Nágreinan í sambandi við svar løgmans uppá § 52a fyrispurning frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni um ávaring til stjóran á Skráseting Føroya
Av tí at svar løgmans hevur elvt til misskiljingar, verður her gjørt greitt, at landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur ikki givið stjóranum á Skráseting Føroya ávaring fyri viðurskifti, ið eru farin fram, áðrenn stjórin tók við starvinum sum stjóri.
Stjórin fekk, sum tað eisini framgongur av svari løgmans, ávaring fyri:
• at hann tók eingi stig til beinanvegin at rætta misvísandi og fyri stovnin skaðiligar útsagnir frá starvsfólkum á Skráseting Føroya,
• at stjórin lat landsstýrismanninum ófullfíggjaðar og skeivar upplýsingar, og
• at stjórin viðgjørdi spurningar, sum vóru óviðkomandi fyri loysn av trupulleikanum, sum bert kundu elva til enn størri iva um eftirlitið
Svar løgmans sæst her.