09.02.2015 · Løgmansskrivstovan

NAMMCO ársfundur 2015 í Reykjavík

NAMMCO ársfundur 2015 í Reykjavík

Árligi fundurin hjá norðuratlantisku samstarvsnevndini fyri havsúgdjór var í døgunum 3-5 februar í Íslandi. Veiðihættir og samskipað teljing av hvali- og kópi vóru á dagsskránni. Týðandi og framhaldandi vísundaligt arbeiði verður gjørt, fyri at skjalprógva burðadygga veiði og nútímans krøv til drápshættir.

Umframt afturvendandi vísundaligu frágreiðingarnar, var eisini framløga um etisk viðurskifti í sambandi við veiði av havsúgdjórum. Henry A. Henrysson, professari, lýsti støðuna út frá ymiskum sjónarhornum í almenna rúminum, umframt tí reint vísundaliga.

Staðfest varð annars, at støðan hjá hvali og kopi sum heild er góð, herundir eisini hjá grind. Veðurlagsbroytingar gera tó, at liviumstøður hjá kópi og roysningi í íshavinum eru versnandi. Henda gongdin verður fylgd nágreiniliga.

Í 2015 verða umfatandi hvalateljingar í norðurhøvum, har eisini Føroyar hava virknan leiklut. Fyrireikingar eru byrjaðar, soleiðis at teljingarnar kunnu byrja í summar. Heitið á kanningini er NASS (North Atlantic Sightings Survey).

NAMMCO arbeiðir eisini fyri at betra um gagnnýtsluna av havsúgdjórum. Grindahvalur skal teljast í økinum kring Føroyar og sunnanfyri. Serligur dentur er á at savna kunnandi tilfar um týðningin av havsúgdjórum sum mannaføði. Síðani skal tryggjast, at hesin boðskapur støðugt verður lagdur fram í viðkomandi høpi.

Fleiri upplýsingar um ársfundin eru at finna á www.nammco.no.

Á fundinum luttóku limalondini í NAMMCO, sum eru Føroyar, Grønland, Ísland og Norra, umframt eygleiðarar frá stjórnunum í Kanada, Japan, Danmark og Russlandi. Eisini aðrir viðkomandi felagsskapir høvdu eygleiðarastøðu. Úr Føroyum luttóku Ernst S. Olsen frá Uttanríkistænastuni, Svein Magnasson frá føroysku sendistovuni í Reykjavík, Ulla Svarrer Wang frá Fiskimálaráðnum og Bjarni Mikkelsen frá Náttúrugripasavninum.